Føroyar við í samstarvi við fjarundirvísing innan oljuvinnu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.02.2014 - 22:51

Oljan >


Stutt fyri jól fór ein spildurnýggj útbúgvingarverkætlan av bakkastokki á Vinnuháskúlanum í Havn – fjarundirvísing innan oljuvinnu í samstarvi millum vinnuskúlar í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Norra.

Stavanger Offshore Tekniske Skole, (SOTS) hevur í nøkur ár arbeitt við eini norðurlendskari verkætlan, har norsku royndirnar og vitanin innan olju-útbúgvingarøkið skulu kunna koma Føroyum, Íslandi og Grønlandi til góðar – í royndunum at skapa eitt grundarlag fyri framtíðar oljuvinnum í hesum pørtunum av Norðurlondum.

Stovnað er eitt veruligt samstarv millum útbúgvingarstovnar í hesum fýra londunum við skúlanum í Stavanger sum ígongdsetara. Undirvísingin fer at snúgva seg um olju- og gassvinnuna, um trygd og um umhvørvi. Her gongur Norra sjálvandi á odda við einum virknum olju- og gassútviklingi seinastu 40-50 árini. Nýggja samstarvið verður nevnt FING, sum eru forbókstavirnir á teimum fýra Norðurlondunum.

Grundarsteinurin undir hesi spennandi verkætlan varð lagdur í 2012. Fyrsta veruliga royndin at halda eina felags undirvísing fór fram stutt fyri jóltíðir. Undirvísingin í Føroyum fór fram á Vinnuháskúlanum umvegis videosamband og vórðu næmingar frá skúlanum og onnur áhugað við.

Hesa fyrstu ferðina vóru tað undirvísarar í Nuuk, sum stóðu fyri undirvísingini, ið fyrst og fremst snúði seg um oljutilgongdina í Arktis.

Annars hava bæði føroyskir næmingar og lærarar verið á skúlanum í Stavanger og fingið útbúgving. Nú er so tikið eitt týðandi stig víðari, har undirvísingin nú eisini verður partur av útbúgvingartilboðunum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

"Norra hevur bygt upp eina útbúgvingarskipan innan oljuvinnuna síðani 70-árini og hevur skúlin í Stavanger gingið undan. Skúlin hevur givið skeið til nógvar útlendingar teirra millum føroyingar. Nú arbeiða vit fyri at menna møguleikarnar at víðka okkara útbúgvingarmøguleikar til okkara grannalond fyri vestan og norðan, Føroyar, Ísland og Grønland. Okkara ætlan er, at hesi londini sjálvi við hjálp frá SOTS í Stavanger, sum hevur bygt upp stóra vitan og ekspertisu, kunnu útbúgva síni egnu til at arbeiða í eini framtíðar oljuvinnu,” sigur Stella Aguirre, ið stendur á odda fyri FING samarbeiðinum, sum longu hevur fingið játtað fíggjarligan stuðul úr grunnum í Norðurlondum, her m.a. Nora.

Teir tríggir skúlarnir, sum SOTS hevur fingið samstarv við, eru Vinnuháskúlin í Føroyum, Greenland School of Minerals and Petroleum, og Akureyri Comprehensive College í Íslandi.

Nýggi stjórin á Vinnuháskúlanum Wilhelm Petersen sigur við oljan.fo, at hann fegnast um hetta nýggja samstarvið og heldur hann fyrsta royndin við fjarundirvísing varð sera væleydnað og nakað gott at byggja víðari á. Hann vísir á, at báðir teir fyrrverandi stjórarnir á skúlanum, vóru við til at leggja lunnar undir hetta týðandi samstarvið og eiga teir stóra tøkk fyri teirra lut í verkætlanini. Arbeitt verður í løtuni við framhaldi av verkætlanini.

Myndirnar eru frá skeiðnum á Vinnuháskúlanum í Havn stutt fyri jól. Myndatøka Jan Müller/oljan.fo